Føroyar í norðurlendskum samstarvi

Nordens Hus på Færøerne
Photographer
Nordens Hus på Færøerne
Føroyar eru virkin partur av norðurlendskum samstarvi, bæði sum sjálvstýrandi land og sum partur av ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland. Norðurlendska samstarvið gevur føroyingum møguleikan at ávirka á høgum stigi og vera partur av skipanum, sum bæði geva mentunarligar og aðrar ágóðar. Men onkrar avmarkingar eru kortini, tí Føroyar ikki eru eitt lýðveldi.

Norðurlendska Ráðharraráðið

Politiskt sæð ynskja Føroyar at verða javnbjóðis limur í Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið er samstarvið millum norðurlendsku stjórnarleiðararnar. Men tað hevði kravt, at Helsingforssáttmálin varð broyttur. Og tí er ikki meiriluti fyri í stóru norðurlondunum. 

Norðurlandaráðið

Sum partur av donsku umboðanini hava Føroyar tveir sessir í Norðurlandaráðnum, ið er samstarvið millum fólkavaldu tingini i Noðurlondum. Føroysku umboðini virka á jøvnum føti við hini umboðini í Norðurlandaráðnum; hava atkvøðurætt og skyldur sum hini. Norðurlandaráðið hevur 87 limir.

Samstarvið í Ráðharraráðnum og Norðurlandaráðnum mennist tó alsamt. Í 2007 varð Álandsskjalið samtykt, ið gevur teimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum fleiri javnrættindi. Millum annað kunnu Føroyar nú leiða fundir í ráðharraráðnum og stýra arbeiðinum í ymsum nevndum. Eisini verður samskiftið millum Norðurlandaráðið og smáu londini nú minni afturlatið, og londini kunnu søkja um fullgilduga nevndarumboðan í ymsu stovnunum undir ráðnum.

Norrønt Atlantssamstarv (NORA)

Norrønt Atlantssamstarv (NORA) er nevnd undir Norðurlenska Ráðharraráðnum, ið virkar fyri økissamstarvi í Norðuratlandshavinum. Høvuðsskrivstovan hjá NORA er í Føroyum. Nevndin stuðlar verkætlanum í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Strandanoreg, við menning og vøkstri fyri eyga. NORA hevur góðar møguleikar at seta í verk altjóða samstarv í økinum, sum byggir á norðurlendsk virði og mál. Norðurlendska Ráðharraráðið fíggjar verkætlanirnar saman við teimum fýra samstarvsøkjunum.

Tilknýti og viðurkenning

Tilknýtið til norðurlendska samstarvið ber ávøkst á nógvum økjum. Føroysk lista- og vísindafólk fáa javnan viðurkenning í norðurlendskum høpi. Hesar prógva, at føroyingar kunnu gera mun í altjóða høpi. Til dømis vann Bogi Hansen, professari, í 2007 norðurlendsku umhvørvisvirðislønina fyri at granska í veðurlagsbroytingum og havstreymi og SEV vann umhvørvisvirðislønina í 2015 . Og bæði Rói Patursson og William Heinesen hava vunnið norðurlendsku bókmentavirðislønina.

Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið í Føroyum, sum Norðurlendska Ráðharraráðið bygdi, er kanska tað mest væleydnaða mentanartiltakið í Føroyum yvirhøvur. Endamálið við Norðurlandahúsinum er at fáa norðurlendska mentan til Føroyar og at bera føroyska mentan til onnur norðurlond, umframt at stuðla føroyskari mentan.

Info Norden í Føroyum

Info Norden er ein kunningartænasta hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Info Norden skal viðvirka til at fremja flytførið í Norðurlondum.  Hetta verður gjørt við at hjálpa privatpersónum við kunning um tað at flyta til annað Norðurland og um tað at lesa ella arbeiða í øðrum Norðurlandi.

Kunningartænastan hevur sæti í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Álandi, Grønlandi og í Føroyum. NORA, sum hevur skrivstovu í Tórshavn, er karmur um Info Norden í Føroyum. 

Nordplus og Nordjobb

Norðurlandasamstarvið hevur eisini týdning í búsetingar- og skúlamálum. Føroyingar hava atgongd til hægri læristovnar í øllum Norðanlondum og kunnu frítt virka í øðrum norðurlandi.

Nordplus er ein víðfevnd skiftisskipan fyri næmingar og lærarar á øllum stigum í útbúgvingarskipanini. Ætlanin við skipanini er at styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan, við støði í søguligu, mentanarligu, og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skúlaflokkar kunnu søkja um Nordplus stuðul til uppihald í øðrum landi.

Nordjobb er skipanin, har ungdómar kunnu búgva og virka í øðrum norðanlandi eitt styttri tíðarskeið.

Norðurlendskt Tænastumannaumbýti

Skipanin, ið hevur virkað síðan 1979, gevur almennum starvsfólkum møguleikan at royna seg í starvi í øðrum norðurlandi í eitt tíðarskeið. Hetta er ein góður møguleiki til t.d. at fáa nýggjan íblástur ella kanna, hvussu líknandi arbeiði verður framt í okkara grannalondum. Umbýtið kann vera úr 2 vikum upp í 6 mánaðir, men er vanliga 1-2 mánaðir. Í tíðarskeiðnum varðveitir starvsfólkið sína vanligu løn, men fær ferðaútreiðslur goldnar og kr. 13.000 um mánaðin í stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum at nýta til t.d. bústað og mat.

Norrøna Felagið

Annað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum er partur av samtakinum fyri norrøn feløg í hinum norðanlondunum. Endamálið hjá teimum øllum er at virka fyri størri norðurlendskum samstarvi um mentan, útbúgving, umhvørvi, vinnulív og miðlar. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvið við Norðurlendska Ráðharraráðið og Norðurlandaráðið.

Útnorðurgrunnurin

Vestnordenfonden er ein norðurlendskur samstarvsstovnur, sum lænir fyrirtøkum í Føroyum og Grønlandi pening til íløgur. Eisini kunnu íslendingar læna úr grunninum, tá ið talan er um samstarvsverkætlan við føroyska ella grønlendska fyrirtøku. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur eftirlit við grunninum fyri limalondini.

Útnorðurráðið

Útnorðurráðið er samstarvsnevnd hjá Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Ráðið hevur skipaða samstarvsavtalu við Norðurlandaráðið, men er ikki partur av felags norðurlendska samstarvinum. Útnorðurráðið lýsir og ger tilmæli í ymsum viðurskiftum, ið mett verða at hava týdning fyri samstarvið millum londini í útnorði. Harumframt ger ráðið tilmæli í innlendismálum. Demokratia, nevndin fyri javnstøðu í føroyskum politikki, er eitt gott dømi um uppskot frá Útnorðurráðnum, sum verða fylgd lokalt.

Contact information