Dokumentåtgärder

Reinari norðurlendsk høv

Beställ publikation
Gratis

Fleiri staðni kring norðurlendsku strendurnar er sjógvurin illa dálkaður. Serliga er tað ovurtaðing, ovurfisking og upphópan av umhvørviseiturevnum. Í Eystrasalti eru stórir trupulleikar við ovurtaðing, meðan tað í útnorðri og arktisku økjunum serliga er oljudálking og upphópan av umhvørviseitri. Í norðurlendsku umhvørvisvirkisskránni fyri 2009-2012 eru hav- og strandaleiðir eitt týdningarmikið evni, og málið er, at norðurlendsku høvini skulu gagnnýtast burðardygt og at umhvørvisstøðan skal vera góð í seinasta lagi í 2020.

Í hesum bóklingi eru sjey dømi um felags norðurlendskar verkætlanir, har greitt verður frá, hvussu granskarar saman við sínum norðurlendsku og evropeisku starvsfeløgum royna at loysa ymiskar dálkingartrupulleikar. Aðalmálið er at skilja, hvussu vistskipanirnar á havinum virka, og hvussu vit skulu fyrisita okkara tilfeingi.

Allar verkætlanirnar, sum eru lýstar í faldaranum, eru fíggjaðar av Norðurlanda ráðharraráðnum.

Ladda ner publikation (gratis)

2381Kb
Publiceringsdatum
2010-07-02
ISBN
978-92-893-2074-0
Språk
färöiska
Antal sidor
20
Publikationsnummer
TemaNord 2010:734
Relaterat innehåll

 

Sök publikationer