Svanurin og EU Ecolabel

– sólskinssøgur úr norðurlendskum smásamfeløgum

Information

Publish date
Abstract
Norðurlond hava eitt fruktagott samstarv við norðurlendska umhvørvismerkið Svanan, sum er eitt tað besta umhvørvismerki í heiminum (sambært altjóða kanning, sum Environmental Resources Management í Onglandi gjørdi í 2008). EU Ecolabel var millum fýra tey bestu í somu kanning. Í hesi frágreiðing eru 18 “sólskinssøgur” um smáar fyritøkur, ið hava sítt virksemi í minni samfeløgum í Norðurlondum, har tær framleiða vørur ella tænastur, ið eru umhvørvismerktar við Svananum ella við EU-Ecolabel. Søgurnar vísa, at tað væl ber til hjá smáum fyritøkum at fáa Svanan ella EU Ecolabel og at umhvørvismerking eisini kann vera lønandi í smáum samfeløgum.
Publication number
2013:578