Saman fram ímóti eini altjóða avtalu fyri náttúru og fólk

Ungdómsluttøka í áseting av málum fyri lívmargfeldi, vistskipanum og burðardyggari nýtslu

Information

Publish date
Abstract
Saman fram ímóti eini altjóða avtalu fyri náttúru og fólk – Ungdómsluttøka í áseting av málum fyri lívmargfeldi, vistskipanum og burðardyggari nýtslu.Um allan heim eru ungdómar farnir at krevja, at tiltøk verða sett í verk til at verja okkara jarðarknøtt. Í 2020 skal ein nýggj altjóða avtala fyri náttúru og fólk samtykkjast, ið ásetir mál viðvíkjandi verju og varðveitslu av heimsins lívmargfeldi og vistskipanum. Tað hevur avgerandi týdning, at ungdómurin verður hoyrdur í sambandi við hesar ásetingar, tí avleiðingarnar fara ikki bert at raka verandi ættarlið, men eisini framtíðar ættarlið og lívsgrundarlag teirra.Í Norðurlondum vilja vit tryggja, at ungdómurin verður hoyrdur, og tískil hava vit evnað hetta tilfar, ið er ætlað til at økja um ungdómsluttøkuna í arbeiðinum við at seta nýggj mál fyri vernd og burðardygga nýtslu av lívmargfeldi og vistskipanum og harvið tryggja eina nýggja altjóða avtalu fyri náttúruna og heimsins íbúgvar. Hetta tilfar er ætlað ungdómi og teimum, ið vilja skapa karmar um ungdóms uttøku í tilevningini av eini nýggjari altjóða avtalu fyri náttúru og fólk. Øll, ið vilja skipa fyri, hjálpa til og luttaka í ungdómssamráðingum, eru vælkomin at nýta tilfarið. Úrslitið kann varpast víðari til teir myndugleikar, ið taka tær stóru avgerðirnar, til almenningin og til aðrar viðkomandi stovnar, eins og tað verður partur av eini størri, heimsfevnandi ungdómsrørslu.Endamálið er at stuðla ungdóminum, ungdómsfelagsskapum og øðrum áhugabólkum at veita neyðugu karmarnar fyri samráðingum teirra viðvíkjandi aðaltættunum í eini nýggjari avtalu fyri náttúru og fólk og at tryggja trúvirðið í úrslitunum frá ungdómsverksmiðjunum.Tilfarið er tilevnað í tøttum samstarvi við Norðurlandaráðið og Norðurlendska ráðharraráðið í samstarvi við norðurlendskan ungdóm.Umframt tilfarið er ein handbók tøk hjá teimum, ið hava tørv á vegleiðing til at skipa verksmiðjur og samráðingar. Handbókin veitir upplýsingar og vegleiðing um at skipa fyri og fyrireika ungdómsverksmiðjur og luttøku. Tað er ein lagalig handbók, ið er leiðbeinandi og kann nýtast eftir tørvi í samsvari við viðkomandi viðgerðir.
Publication number
2019:050