At lesa landið

Burðardygt hagabit

Information

Publish date
Abstract
Í ártúsundir hava norðbúgvar nýtt hagan til húsdýrabit. Bit ávirkar hagavøksturin. Á einum øki, sum ikki hevur verið bitið í langa tíð, bíta kríatúrini fyrst tann føðsluríka vøksturin. Tað hevur í longdini við sær, at føðslufátækur vøkstur tekur yvir. Verður bitið meir enn økið tolir, fær tað álvarsligar avleiðingar – annaðhvørt tekur føðslufátækur/óetandi vøkstur yvir ella verður svarðloysi. Við bert føðslufátækum og óetandi vøkstri roynist lendið ikki til bit. Við ongum vøkstri er jørðin viðbrekin fyri jarðrivi, og vandin fyri jarðspelli, ið ikki bøtist aftur, er stórur.Í hesi frágreiðing verður dentur lagdur á ymisk tekin í lendinum, ið hyggjast skal at, tá ið hagin verður havdur til bit, og hvat gerast kann fyri at duga at lesa landið betur.Við at gerast kønari at lesa hesi tekin kunnu vit betur skipa nýtslu okkara av hagatilfeinginum, so eisini komandi ættarlið kunnu fáa gagn av tí.
Publication number
2006:589